Innanlands

Bátavognur stolin í Havn

Løgreglan frættir gjarna frá fólki sum vita okkurt um vognin

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-06-18 13:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bátavognur er stolin úr Álakeri í Havn. Løgreglan sigur at tað er eigarin, sum boðaði løgregluni frá, tá hann kom aftur til tómt pláss í Álakeri.

Talan er um ein heldur stóran tveyakslaðan vogn. Vognurin hevur elektriskt spæl, so hann er at kenna aftur.

Tíverri hevur vognurin onga nummarplátu. Hann hevði royndarplátu á, men av tí at eingin bátur var á vogninum var ikki neyðugt við plátum. Tí verður eftirlýst við stellnummari.

Løgreglan frættir gjarna frá fólki, sum vita okkurt um stolna bátavognin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder