Innanlands

Bátur verður smíðaður í Steigartúni í Sandavági

Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður

2023-04-24 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umleið frá 1. juli til 15. september 2023 verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í viku 30, um ólavsøkumundi.

Smíðað verður á fløtuni millum húsini Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavnið/Suðuroyar-Dánjal. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.

Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá kl. 14:00 til 16:00, har møguligt er at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum. Aðrar dagar er eisini møguligt at hyggja at ímeðan hann arbeiðir, men tá skal ikki roknast við at fáa frágreiðing.

[object Object]

Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð vera settar upp og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum, verður at fáa til keyps. Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T. d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga.

Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.

Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar. Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so at fólk fáa at vita, hvussu bátur verður smíðaður.

Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder