2026-03-20 16:42
Mikudagin varð báturin, sum er smíðaður á Tórshavnar kvøldskúla, flotaður í Álakeri.
Áhugin fyri bátasmíði er stórur, og tað merkir kvøldskúlin, sum nú hevur latið fimta føroyska bátin úr hondum. Sætti báturin er longu í gerð, skrivar Tórshavnar kommuna.
Báturin verður seinni vinningur á lutaseðli hjá Kiwanis.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var róðurskvinna á fyrsta túrinum hjá nýggja bátinum.
Røðan, sum borgarstjórin helt mikudagin, kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald