Leygardagin 2. mai 2026 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har millum annað nevndarval var á skránni.
Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir og tríggir varalimir. Jákup Andreasen og Erhard Jacobsen stillaðu ikki uppaftur til nevndina.
Í nevndina vóru vald: Astrid Debes Jacobsen frá Eldrafelagnum Vesturskin í Vestmanna Johild Joensen frá Eldrafelagnum Nón í Runavíkar kommunu
Sum varalimir vóru vald:
Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
Sjúrður Kjølbro, Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík
Jens Marius Poulsen, Pensionistafelagið í Havn
Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Maria Olsen, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Astrid Debes Jacobsen, nevndarlimur
Johild Joensen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald