Mentan

Beatles Kvøld við Brouci Band og Deiggj

Ein av bestu Beatles Tribute-bólkunum vitja um vikuskiftið í Føroyum á øðrum sinni

Brouchi Band

Brouchi Band

2022-04-05 08:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við, at ein av bestu Beatles-fagnaðarbólkunum aftur vitja í Føroyum, verður dansur í Dansifrøi í Havn um vikuskiftið við Beatles tónleiki, og eisini fara Deiggj at spæla góðan 70’ára tónleik.

Brouci Band – The Beatles Tribute er ein sera vælumtóktur bólkur og eru nógv eftirspurdir. Orsøkin til henda stóra popularitetin er fyrst og fremst, teir spæla og syngja sera væl og teir leggja dent á, at gera eitt show har teir lýsa ymisk tíðarskeið hjá Beatlunum. Á skránni eru øll tey kendu hittini, m.a. “A hard days night”, “I feel fine”, “Michelle”, “Yesterday”, “All my loving”, “With a little help from my friend”, “Help”, “Hey jude” o.s.fr.

Áhugin er, eins og í 2019, sera stórur fyri Beatles kvøldinum og fólk møta tíðliga.

Brouci Band leggja dent á at skapa røttu Beatles ljóðmyndina við at nýta somu ljóðføri sum Beatlarnir nýttu, eitt nú Höfner violinbassin, gráa Ludvig trummusettið, sum kemur úr Klaksvík, Rickenbacker guitarar og eyðkendu VOX forsterkararnar. Hartil hava teir fingið seymað eyðkendu Beatles búnarnar og skifta klæðir so tey passa til tey ymsu tíðarskeiðini hjá beatlunum.

[object Object]Deiggj

Deiggj, sum enn halda sín 40 ára føðingardag, hava seinastu seinastu tíðina verið í upptøkuhølunum og arbeitt við einari nýggjari LP, sum kemur at eita “Tíð”. Tvey av løgunum koma í næstum út sum stakløg.

Deiggj eru seinastu árini vorðnir kendir fyri at spæla nógvan 70’ara tónleik, og tí fara sjálvandi at spæla nøkur løg frá hesum tíðarskeiðnum, men høvuðstemaið fyri kvøldið er Beatles, sum Brouci Band stendur fyri og eru meistarar til at framføru. Byrjað verður tíðliga leygarkvøldið 9. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder