Mentan

Beinir Bergsson á yrkingafestivalinum Transpoesie í Brússel

Hósdagin 14. oktober fer Beinir Bergsson at lesa yrkingar á yrkingafestivalinum Transpoesie, har yrkjarar úr øllum Evropa taka lut. Yrkingafestivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa

2021-10-12 20:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 14. oktober fer Beinir Bergsson at lesa yrkingar á yrkingafestivalinum Transpoesie, har yrkjarar úr øllum Evropa taka lut. Á tiltakinum hósdagin verða eisini yrkjarar úr Ísrael, Lettlandi, Frísalandi, Kekkia og Rumenia.

Transpoesie er ein árligur yrkingafestivalur, sum hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa. Í ár eru seks tiltøk í tíðarskeiðinum 23. september til 21. oktober, har yrkjararnir lesa yrkingar á sínum móðurmáli. Eisini eru yrkingarnar at síggja í almennu ferðsluni í Brússel á upprunamáli við týðingum á fronskum og hollendskum.

Tað er felagsskapurin EUNIC Brússel, sum skipar fyri Transpoesie.

EUNIC Brússel er eitt mentanarligt samstarv, har føroyska sendistovan hevur atlimaskap. Endamálið við limaskapinum er at seta føroyska list og mentan á breddan í Evropa.

Rithøvundafelagið avger, hvør yrkjari skal umboða Føroyar á Transpoesie. Undanfarnu árini hava Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Vónbjørt Vang, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen umboðað Føroyar.

Sí meira um Transpoesie her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder