Ungi føroyski yrkjarin, Beinir Bergsson, er millum tey innstillaðu til at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum verður handað í oktober.
Í dag varð kunngjørt hvørjir rithøvundar eru í uppskoti til at fáa virðislønina í ár. Tey stóru norðurlondini innstilla tvey verk, meðan Grønland, Føroyar, Áland og samiska máløkið innstilla eitt.
Grundgevingin fyri at innstilla yrkingasavnið “Sólgarðurin” ljóðar soleiðis:
“Beinir Bergsson er ein slóðbrótandi víðkan av bókmentaliga landslagnum í Føroyum. Í yrkingasavninum verður ein poetisk nýmaterialisma sett upp móti ungum og frekum seksualiteti... Yrkingarnar lýsa á mangan hátt eina klassiska menningarsøgu, men so kortini ikki. Tí yrkingarnar tykjast ikki serliga áhugaðar í at rýma ella flýggja frá støðum ella leggja fjarstøðu millum nútíðina og fortíðina hjá yrkara-eg’num. Annað útihýsir ikki hinum hjá Beiniri, familjan og ættin nýtist ikki at svíða fyri kynsligu girndini. Heldur tvørturímóti. Girnd og seksualitetur er nakað skapandi og mennandi, og ein situr sum lesari eftir við kensluni av, at heimurin veruliga er vorðin størri við hesum yrkingasavninum.
Beinir gav í 2017 út fyrsta yrkingasavn sítt út, “Tann lítli drongurin og beinagrindin”, sum eitt nú lýsir missin av pápanum hjá eg’num í yrkingunum. Fyri hetta savnið fekk Beinir EBBA-virðislønina. Í “Sólgarðinum” er eg’ið í yrkingunum vorðið eldri. Heldur enn at verða upptikið av sakni og fráveru, er tað nú upptikið av nærleika og seksualiteti. Heilt konkret millum tveir dreingjakroppar. Og heilt konkret við at skapa pláss fyri teirra seksualiteti. Fyrsta yrkingingin í savninum byrjar næstan eggjandi:
Leggur tú ryggin/naknan at mínum búki/kennir tú/hvussu mjúkt/grasið er/hvussu tað/veksur/millum tvær hitakeldur”
Hinar tilnevningarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru hesar:
Danmark: “Om udregning af rumfang (I, II, III)”, skaldsøga, Solvej Balle. “Adam i Paradis”, skaldsøga, Rakel Haslund Gjerrild
Finnland: “Eunukki”, skaldsøga, Kristina Carlson. “Röda rummer”, skaldsøga, Kaj Korkea-aho
Grønland: “Arkhticós Dolorôs”, yrkingar, Jessie Kleeman
Ísland: “Truflunin”, skaldsøga, Steinar Bragi. “Aprílsólarkuldi”, skaldsøga, Elísabet Jökulsdóttir
Noreg: “Dette er G”, skaldsøga, Inghill Johansen. “Jente, 1983”, skaldsøga, Linn Ullmann
Samiska máløkið: “Beaivváš mánát”, yrkingar, Mary Ailonieida Sombán Mari
Svøríki: “Löpa varg”, skaldsøga, Kerstin Ekman. “Den dagen den sorgen”, skaldsøga, Jesper Larsson
Áland: “Hem”, skaldsøga, Karin Erlandsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald