Aksel V. Johannesen ger í dag eina roynd at skipa samgongu, men væntandi fer hann seinni í kvøld at boða tingforkvinnuni, at hann formliga leggur frá sær sum løgmaður og so verður forfólkaumfar.
Fólkaflokkurin vann valið, og Beinir Johannesen hevur eftir úrslitið sagt, at hann ynskir at fáa samráðingarættin.
- Og tað fari eg at virða. Tað gevur onga meining at tvíhalda um maktina, vit hava ein vinnara av valinum.So eftir hesa samrøðuan fari eg at taka eitt stutt prát við Ruth Vang og síðan Jenis av Rana, og síðan rokni eg við, at eg boði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, at eg formliga leggi frá mær, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Dag og viku í kvøld.
Tað merkir, at eitt forfólkaumfar skal vera, har forfólkini ein og ein peikar á tann, sum tey vilja hava sum samráðingaleiðara. Hetta verður kanska longu í leygardagin fyrrapart. Væntað verður, at Beinir Johannesen verður útnevndur samráðingarleiðari, nú hann vann valið.
Væntandi fær Beinir Johannesen samráðingarættin í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald