Lagt varð formliga fyri, fyri átta døgum síðani. Tá settu teir tríggir floksformenninir í ABC seg niður í hølunum hjá Løgtinginum og tosaðu um ætlanirnar í samráðingunum.
![]()
Beinir Johannesen á odda, sum nýggjur samráðingarleiðari og formaður í størsta flokkinum, síðani Bárður á Steig Nielsen, formaður í næststørsta flokkinum, og síðani Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, sum størst ivamál er um (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Samráðingarnar byrjaðar: Bert floksformenninir í fyrstu syftu
Síðani hevur gingið nærum sum smurt, um man skal trúgva samráðingarleiðaranum. Og tað er bert Beinir Johannesen, sum hevur úttalað seg alment, síðani samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin byrjaðu mánadagin 30 mars.
Almenna linjan hevur verið: - Vit eru tríggir ymiskir flokkar, har eru ymiskir knútar, men tað gongst væl at loysa teir, og man er í gongd við at skriva eitt samgonguskjal. Annars: Gott lag og nógv framgongd uppá fáar dagar saman
Magnus Rasmussen um samgongusamráðingar: Ovfarin av at tað hevur gingið so skjótt
Sí eisini: Samráðingarleiðarin. - Tað fáa tit at síggja tá samgonguskjalið er undirskrivað
Eitt útkast til eitt slíkt samgonguskjal skuldi eftir ætlan vera liðugt áðrenn páskir. Tað er ikki púra greitt, júst hvussu langt Beinir Johannesen og hansara toymi eru komin, og hvussu nógv stór mál, flokkarnir veruliga eru samdir í. Men ætlanin er, at hetta skal vera liðugt tíðliga í hesi vikuni.
Summi tingfólk savnaðust í høvuðsstaðnum leygardagin. Annars hevur páskafrí verið síðani mikukvøldið.
![]()
- Týðandi at fólk sleppa at halda páskafrí, hevur Beinir Johannesen fleiri ferðir hildið fyri. Samráðingarleiðarin er bjartskygdur og er tann einasti persónurin, sum alment úttalar seg um gongdina. Hann hevur í fleiri dagar staðfest, at eitt útkast til samgonguskjal nærkast (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir: Tingingar, tutl og tjógv
Í dag hittast partarnir aftur. Og tað verður hesa vikuna, at almenningurin fær greiðu á, um talan verður um eina ABC-samgongu.
Tað veldst møguliga um, hvussu loysnirnar um tey stóru málini sampakka, hvussu nógv Javnaðarflokkurin vil hetta - at kasta saman við tveimum borgarligum flokkum - hvussu nógv Sambandsflokkurin hálar á sambandskós, og hvussu gongst við málsøkjabýtinum.
Arbeiðið við hesum síðstnevnda er ikki veurliga byrjað enn, og talið av aðalráðnum spøkir undir samráðingum, har Aksel V. Johannesen og Ben Arabo eisini sita.
Floksformenninir, tey valdu tingfólkini og fleiri av teimum eykavaldu savnast aftur í bygninginum við síðuna av sjálvum løgtinginum í dag. Tingingarnar um samgongu verða tiknar upp aftur klokkan 10.
Serliga Fólkaflokkurin situr framvegis við øllum kortum á hondini. Beinir Johannesen hevur í fyrstu syftu fingið freist til fríggjadagin 10. apríl at skipa samgongu. Tingfundur skal í seinasta lagi vera mánadagin 13. apríl.
Portalurin og FM1 fylgja gongdini í samgongusamráðingunum, og hava vit meira tilfar seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald