Beinir vil ikki siga

Formenninir í politisku flokkunum í morgun inn til løgtingsformannin at siga honum, hvønn teir vísa á sum samráðingarleiðara. Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur júst verið inni, men vil ikki siga, hvøn hann hevur víst á

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara. Men Beinir Johannesen vildi ikki siga, hvønn ið Fólkaflokkurin vísir á. (Mynd: Sverri Egholm)

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara. Men Beinir Johannesen vildi ikki siga, hvønn ið Fólkaflokkurin vísir á. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 10:15 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Frammanundan hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin verið inni, og teir hava víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Áðrenn hann fór inn til løgtingsformannin vildi Beinir ikki siga, hvønn hann vildi vísa til. Hann svaraði stutt, at hann visti ið hvussu so er, hvønn hann ikki ætlaði at vísa til. Hann vildi tó ikki siga, hvør tað var.

Fólkaflokkurin hevur víst á tann samráðingarleiðaran, sum gevur flokkinum besta møguleikan at koma í samgongu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder