2019-05-07 16:15
Tað gongur rætta vegin við Eysturoyartunlinum, og klokkan 16:30 verður seinasta skotið eysturoyarmegin latið av.
Hetta verður gjørt til alment hátíðarhald klokkan 16:30.
Hátíðarhaldið byrjar við at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina.
Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har samferðslumálaráðharrin og teir tríggir borgarstjórarnir flyta fram røður.
Kringvarpið stroymir beinleiðis frá hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald