Mentan

Beinrakið føroyskt Hip Hop við Marius DC á Voxbotn

Fyri triðju ferð, fer Marius DC á pallin á Voxbotn, men hesaferð verður tað saman við sínum vælspælandi bólki

Marius DC vann Sement 2022 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Marius DC vann Sement 2022 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-06-10 18:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skráin til Voxbotn 2022 er spekkað við einastandandi tónleikarum, og vit gleða okkum, nú tað styttist til ársins feitastu veitslu.

Vit kunnu nú kunngera, at eisini Marius DC kemur á Okkara Voxbotn 25. juni. Hetta er triðja ferðin, at nú 18 ára gamli føroyski rapparin, Marius DC, fer á pallin í Vágsbotn, men hesaferð verður tað ikki við einum DJ, men við sínum vælspælandi bólki.

Og hetta má sigast at vera ein sera evnaríkur bólkur. Í harðastu Sementfinaluni nakrantíð vunnu Marius DC og hansara bólkur kappingina í ár við nýskrivaðum føroyskum sangum um gomul fólk, baby rockarar, um lívið sum føroyskur hip hoppari og um at vera erligur. Dómararnir kallaðu framførsluna poetiska, listarliga, seksutta og rokkutta og við tekstum, ið vóru langt útyvir tað, ið er vanligt. 

Vit gleða okkum til beinrakið føroyskt Hip Hop við einum av okkara allar bestu oddamonnum og einum sera vælspælandi bólki.

Frammanundan eru hesi nøvnini komin á plakatuna: Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Ude, af Kontrol, Týr, Swangah og Safir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder