
Ferðslan í Eysturoyartunlinum kvinkaði nakað uppeftir í 2022, um samanborið verður við 2021 ið frammanudan var einasta fulla árið, ið undirsjóvartunnilin hevði verið opin fyri almennari ferðslu.
Kringvarpið, ið hevur fingið fatur á tølum frá tunnilsfelagnum, skrivar, at 5.021 bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í miðal hvønn dag í fjør, og at tað eru 573 fleiri bilar í miðal um dagin samanborið við 2021.
Hetta er nakað frá málinum og mátinum fyri, at tað kann hanga saman fíggjarliga hjá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum. Hetta talið er 2200 bilar um samdøgrið fleiri, sambært stjóranum Teiti Samuelsen.
Tað kostar framvegis yvir 70 krónur fyri túrin við vanligum haldi.
Kringvarpið skrivar eisini, at talið fyri desember er 2022 var nakað hægri enn árið fyri: Í síðsta mánaða koyrdu 5.169 bilar í tunlinum um samdøgrið, í mun til 4.619 í 2021.
Ferðslan var tó nakað minni í bæði Norðoyartunlinum og í Vágatunlinum í síðsta mánaði í 2021. Hetta kann hanga saman við, at ferðsla sjálvdan kundi fara gjøgnum tnlarnar - serliga Norðoyatunnilin - seint um kvøldið fram til tíðliga um morgunin tað mesta av mánaðinum; hetta vegna arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald