Innanlands

Beistaðust á matstaði í Klaksvík og fóru gjøgnum rútin

Tveir mans fóru at beistast so harðliga í nátt, at teir duttu ígjøgnum eitt stórt handilsvindeygað

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-10-20 10:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan varð í nátt boðsend til eitt matstað í Klaksvík, tí tveir mans bardust so illa, at teir duttu báðir ígjøgnum eitt stórt handilsvindeyga og endaðu uttanfyri. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

Teir vóru tó so mikið hepnir, at eingin teirra kom til skaða, og talan verður ikki um nakað harðskapsmál, sigur vakthavandi.

Teir fáa tó bót fyri at bróta politiviðtøkurnar og verða eisini noyddir at gjalda fyri brotna handilsvindeygað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder