Belgiska stjórnin hevur fingið 30 dagar at strika øll koronatiltøkini í landinum ella at innføra eina farsóttarlóg, staðfestir ein dómstólur í høvuðsstaðnum Brússel.
Ger belgiska stjórnin ikki tað, kann hon enda við at skula rinda dagsbøtur á 5.000 evrur (uml. 37.000 krónur).
Belgiski innlendismálaráðharrin, Annelies Verlinden sigur, sambært Ritzau, at avgerðin hjá dómstólinum verður kærd.
Tað er ein belgiskur mannarættindafelagsskapur, sum hevur koyrt málið fyri rættin. Felagsskapurin heldur, at stjórnin ikki hevur havt neyðugt løgfrøðiligt grundarlag fyri at seta hesi avmarkandi tiltøkini í verk.
Av tí at Belgia í løtuni ikki hevur eina farsóttarlóg, vóru tiltøkini, sum vórðu sett í verk, ólóglig, sigur felagsskapurin.
Øll tiltøkini, sum eru sett í verk í landinum, koma nevniliga frá ymisku stjórnarráðunum, og hava tey ikki verið til atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum. Stjórnin sigur tó, at øll tiltøkini eru góðkend av ymiskum løgfrøðiligum stovnum.
Í Belgia hevur stjórnin m.a. sett í verk útfaringarforboð um næturnar, og allir handlar, sum ikki selja vøru, ið verður mett at vera alneyðug, hava fingið boð um at lata aftur. Eisini er bannað at ferðast uttanlands uttan so at ein persónur hevur eina serliga orsøk.
M.a. ES-kommisjónin er komin við atfinningum, eftir at Belgia hevur sett marknaeftirlit í verk aftur, sum er vorðin ein forðing fyri flutningsfrælsið millum ES-lond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald