
Philippe kongur í Belgia kallar ‘ágangin’ í Gaza fyri “vannvirðing fyri mannaættini”. Tað segði hann í eini røðu í sambandi við belgiska tjóðardagin í dag.
- Eg eri samdur við øllum teimum, ið fordøma álvarsligu álopini móti íbúgvunum í Gaza, har ósek fólk doyggja í hungri og verða dripin av bumbum, segði hann úr kongsborg sínari í Brússel, skrivar Reuters.
- Núverandi støðan hevur hildið á alt ov leingi. Tað er ein vanvirðing fyri allari mannaættini. Vit taka undir við ST-aðalskrivaranum og hansara áheitan um í stundini at gera ein enda á hesi ótolandi kreppuni, legði hann afturat.
Hetta er fyrstu ferð, at kongurin í Belgia hevur úttalað seg so greitt alment um eina aktuella ósemju, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald