
Við niðankoyringina til Svangaskarð hendi eitt ferðsluóhapp um 16 tíðina í gjár við trimum bilum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at tað bendir á, at víkiskyldan ikki varð hildin, og tí hendi óhappið.
Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahusið til kanningar, men fekk ikki stórvegis skaða, skilst. Tveir av bilunum fóru so illa, at teir ikki kundu koyra av staðnum við egnari hjálp.
Partarnir skulu nú avhoyrast og endalig frágreiðing skal skrivast um óhappið.
Datt á skutara
Í gjárkvøldið kom fráboðan av Skála. Tað var ein ungur maður sum var dottin á skutara. Eingin annar var innblandaður í óhappinum, og tí kann vera, at hálka var orsøkin. Hetta skal kannast nærri.
Ungi maðurin hevði sligið sær fótin og høvdið, og skuldi leita sær læknahjálp á Landssjúkrahúsinum ella hjá kommunulækna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald