Mentan

Benedict Cumberbatch: Hetta er harmiligt

Nú hevur ein annar Marvel-sjónleikari úttalað seg um rættarmálið millum Disney og Scarlett Johansson

– Alt hetta er ein stórur ruðuleiki, sigur Benedict Cumberbatch, sum spælir Stephen Strange í Marvel-universinum (Mynd: EPA)

– Alt hetta er ein stórur ruðuleiki, sigur Benedict Cumberbatch, sum spælir Stephen Strange í Marvel-universinum (Mynd: EPA)

2021-09-15 20:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var í juli, at amerikanska sjónleikarakvinnan, Scarlett Johansson stevndi Disney fyri sáttmálabrot, eftir at tey gjørdu Marvel-filmin "Black Widow" tøkan á Disney+ samstundis, sum hann varð frumsýndur í biografunum.

Av tí at lønin hjá Scarlett Johansson er tengd at, hvussu væl filmurin klárar seg í biografunum, heldur hon, at hon hevur mist ein munandi part av lønarinntøkuni orsakað av avgerðini hjá Disney um at gera filmin tøkan at stroyma beinanvegin.

Sambært talsfólki hjá Disney, heldur fyritøkan seg ikki hava brotið nakran sáttmála, og Disney kallar málið "syrgiligt og ørkymlandi" og nú hevur ein annar Marvel-sjónleikari úttalað seg um málið.

– Eg haldi, tað, sum hendir millum sakførararnar, er rættiliga harmiligt. Bara orðini og skuldsetingarnar. Alt hetta er ein stórur ruðuleiki, sigur Benedict Cumberbatch, sum hevur leiklutin sum Stephen Strange í Marvel-universinum.

Benedict Cumberbatch heldur, at filmsídnaðurin enn er við at finna útav, hvussu tað loysir seg best at geva sjónleikarunum løn.

– Hann (Black Widow, red.) var ein av fyrstu filmunum, sum varð frumsýndur í biografunum undir koronafarsóttini, og hann varð útsettur fleiri ferðir. Tað er ein nýggj og torfør støða, sum eingin sá koma, sigur hann sambært B.T.

Talsfólk hjá Disney hevur eisini sagt, at tað er kensluleyst at seta til viks ta ræðuligu ávirkanina, sum koronafarsóttin hevur havt, men Jon Berlinski, sakførari hjá Scarlett Johansson, sigur, at eingin ivi er um orsøkina til, at Disney avgjørdi at gera filmin tøkan á Disney+ beinanvegin. Tað var fyri at fáa fleiri haldarar og harvið økja um virðið á virðisbrøvunum hjá fyritøkuni. Men Disney fjalir seg handan grundgevingini um korona, sigur hann.

Í august gjørdi Disney av at almannakunngera tølini fyri, hvussu nógv fyritøkan hevur forvunnið gjøgnum stroyming av "Black Widow". Tað er ikki vanligt, at Disney deilir slík tøl alment.

15. august hevði Disney forvunnið meira enn 125 mió. dollarar gjøgnum stroyming á Disney+, og gjøgnum sølu av biografbillettum kring allan heimin vóru 367 mió. dollarar komnar inn. Disney vísir eisini á, at "Black Widow" forvann meira fyrsta vikusktið enn aðrir Marvel-filmar.

Les eisini: Disney: Restina av árinum verða filmar frumsýndir í biografunum fyrst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder