
Benjamin Rajani fer at framføra á ársins G! festivali, sum verður í døgunum 17. til 19. juli.
Tað boða fyriskiparar frá í morgin.
– Ein hin mest ágrýtni tónasmiðurin hjá okkum í hesum døgum er helst Benjamin Rajani. Tú fært ikki kagað í sosialu miðlarnar, uttan at síggja Benjamin spyrja bæði eitt og annað, um hvat orð merkja, og hvat annars kann gera ein tekst ella eitt lag betri.
– Hann hevur í fýra heil ár leitað við lummalykt eftir røttu orðunum, sum kunnu lýsa eygleiðingar og kenslur hansara. Og í mars kemur heildarútgávan Tá hvørt ljós líkist tær, har nýggj løg sum: "Royni enn at gloyma", "Mánakvøld" og "Lívsins balkong" eru á. Avgjørt ein útgáva vit gleða okkum at hoyra í fullum líki, og ikki minst, at hoyra Benjamin Rajani framføra hana fyri okkum á G! 2025, við vælmannaðum bólki.
Vanliga avdúkar G! festivalurin eitt navn hvønn týsdag, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, og tí fara fyriskiparar hvønn dag í vikuni at avdúka eitt føroyskt navn úr skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald