Innanlands

Benjamin stjórnar Ólavsøkukórinum í ár

Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í kórinum, sum fer at syngja eina blandaða sangskrá av nýggjum og gomlum

Ólavsøkukórið

Ólavsøkukórið

2018-07-04 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjá mongum - sangarum og áhoyrarum - er kórsangurin á Tinghúsvøllinum eitt hæddarpunkt í tjóðarhátíðini. Uttan slit hava kórsangarar í sløk 90 ár sungið á ólavsøku, tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni.

Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í kórinum, sum fer at syngja eina blandaða sangskrá av nýggjum og gomlum, siðbundnum og modernaðum kórtónleiki.

8. juli klokkan 15 fer Ólavsøkukórið at hava sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini í Havn. Kórleiðari í ár er Benjamin Gaasedal. Hann hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik, fyrst sum sangari og nú fleiri ár sum kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri og kvinnukórinum Flóð í Havn.

Hetta er fyrstu ferð, at Benjamin stjórnar Ólavsøkukórinum. Tað er Kórsamband Føroya, sum skipar fyri kórsanginum á Ólavsøku, og seinastu árini hava omanfyri 200 sangarar sungið í kórinum.

Kórið venur í Læraraskúlahøllini hesar dagar:

Sunnud. 8.7 kl 15-18
Mikud. 11.7 kl 18-21
Sunnud. 15.7 kl 18-21
Mikud. 18.7 kl 18-21
Sunnu 22.7 kl 13-16
Hósd 26.7 kl 18-21

Kórsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder