Uttanlands

Ber ikki til at deila friðarheiðurslønina við Trump

Sambært Nobelinstituttet kann ein Nobel-virðisløn hvørki afturkallast ella latast víðari til onnur, tá hon fyrst er latin

María Corina Machado fekk friðarheiðursløn Nobels í desember (Mynd: EPA)

María Corina Machado fekk friðarheiðursløn Nobels í desember (Mynd: EPA)

2026-01-06 20:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Venesuelski andstøðupolitikarin, Maria Corina Machado, sum fekk heiðurslønin Nobels í fjør sigur í samrøðu við Fox News, at hon fegin vil deila heiðurslønina við amerikanska forsetanum, Donald Trump, men tað ber eftir øllum at døma ikki til.

Tað sigur samskiftisstjórin hjá Nobelinstituttet.

Les eisini: Vil fegin deila sína friðarheiðursløn við Trump

– Ein Nobel-heiðursløn kann hvørki afturkallast ella latast víðari til onnur. Tá almannakunngerðin av vinnaranum er gjørd, stendur avgerðin við, sigur hann sambært Ritzau.

Peningaupphæddin, sum fylgir við heiðurslønini - 11 milliónir svenskar krónur - kann hon tó sjálv ráða yvir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder