Undan handanini av friðarheiðursløn Nobels í fjør duldi amerikanski forsetin, Donald Trump ikki fyri, at hann fegin vildi fáa hana, men tað gjørdist venesuelski andstøðupoltiikarin, Maria Corina Machado, sum fekk heiðurslønina, og hon tosar nú um at deila heiðurslønina við honum, skrivar Ritzau.
Machado fekk friðurheiðursløn Nobels fyri stríð sítt fyri fólkaræði undir stýrinum hjá nú frákoyrdu forsetanum, Nicolas Maduro.
Maduro og kona hansara vórðu tikin til fanga av USA um vikuskiftið í samabndi við amerikonsku álopini á Venesuela, og Trump hevur víst aftur, at Machado kundi yvirtaka leiðsluna í suðuramerikanska landinum. Grundgevingin hjá Trump er, at hon ikki hevur neyðuga stuðulin ella virðingina í landinum.
Kortini hevur Machado róst amerikanska forsetanum.
Tá hon í samrøðu við Fox News varð spurd, um hon longu hevur bjóðað Trump friðarheiðurslønina, segði hon, at tað hevði hon ikki enn.
– Men eg hevði heilt vist elskað at sagt honum persónliga, at vit - fólkið í Venesuela, tí tað er heiðurslønin hjá venesuelska fólkinum - ynskja at geva honum hana og deila hana við honum, segði hon.
Les eisini: Machado fer heim aftur til Venesuela
Í dagføring á X mánadagin takkaði Machado eisini Trump.
– Vit venesuelar takka Trump forseta og umsiting hansara fyri teirra snarræði og vilja til at halda lógina. Venesuela fer at vera tættasti sameindi hjá USA, tá tað kemur til trygd, orku, fólkaræði og mannarættindi, skrivaði hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald