2023-04-24 16:27

Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum herfyri vórðu tveir nýggir limir valdir í nevndina.
Talan er um Bjarna Bogason og Hilmar Sam Lamhauge, sum koma í nevndina fyri Claus V. Christensen og Áka V. Poulsen, skrivar Vinnuhúsið.
Nevndin hevur nú skipað seg, og Bergur R. D. Jensen er nýggjur formaður. Hann tekur yvir eftir Eyðvør Berg.
Nevndin er skipað soleiðis:
- Bergur R. D. Jensen, formaður
- Bjarni Bogason, næstformaður
- Eyðvør Berg, nevndarlimur
- Gunnar Mohr, nevndarlimur
- Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald