Í hesum døgum ber illa til at vitja heimasíðurnar hjá Berlingske og Danmarks Radio uttan at síggja umrøðu av Føroyum.
Berlingske avdúkaði í dag tekstaða útgávu av loyniligu og fútabannaðu samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen á heimasíðuni, og nú seinnapartin ber eisini til at lesa, at “gossipredaktiónin” skrivar um Føroyar og løgmann - ein løgmann við nossum, sum tey orða seg.
(Skíggjamynd: Berlingske)
Undir heitinum “Hæddarpunkt hesa vikuna” er fyrsta yvirskriftin “Føroyskur løgmaður við nossum”.
- Bárður á Steig Nielsen man vinna sær virðing frá øllum, man fáa nógv konufólk at rodna. Her er sanniliga eitt mannfólk, sum ikki vil boyggja seg, hóast stórveldið Kina trýstir hansara lítla land. Tað er sexutt. Løgmaður vil ikki trýsta føroyska telefelagið at velja ein ávísan veitara, fríhandilsavtalu ella ikki. Soleiðis! sigur Berlingske millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald