Innanlands

Bert 11 metrar eru eftir at spreingja í Eysturoyartunlinum

Ætlandi verður seinasta skotið skotið fríggjadagin 7. juni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-06-03 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú hoyrist í millum báðar endarnar, og bert 11 metrar eru eftir at spreingja í Eysturoyartunlinum. Ætlandi verður seinasta skotið skotið fríggjadagin 7 juni.

Í farnu viku vórðu sprongdir 83 metrar í alt. Nú eru sprongdir 11.227 metrar í alt.

Í farnu viku vórðu 44 metrar sprongdir á Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 5.274 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanes vórðu sprongdir 43 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.175 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder