Innanlands

Bert 18 føroyingar eru smittaðir í løtuni

Eingin nýggjur smittutilburður hevur verið síðani 6. apríl

Heldur eingin hevur fingið staðfest koronavirus seinasta samdøgrið, har 75 kanningar eru gjørdar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Heldur eingin hevur fingið staðfest koronavirus seinasta samdøgrið, har 75 kanningar eru gjørdar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-04-15 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 5677 kanningarúrslit. Seinasta samdøgrið eru 75 koronakanningar gjørdar.

Tað kunnar Heilsumálaráðið um í morgun.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 166 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Trý eru staðfest frísk seinasta samdøgrið.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder