Innanlands

Bert 51 koppsetingar gjørdar í gjár

Av hesum 51 vóru 10, ið fingu fyrru koppsetingina. Nú eru næstan 34.000 liðugt koppsett, men tað gongur seint fyri tíðina

36.521 fólk hava fingið fyrru koppsetingina (Mynd: Sverri Egholm)

36.521 fólk hava fingið fyrru koppsetingina (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-26 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu bert 51 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav fingu 10 fólk fyrra prikið, og 41 fólk fingu tað seinna.

Støkk inn tilboðið í Runavík týsdagin hjálpti at skunda undir tilgongdina, men annars hevur tað gingið striltið við at fáa fólk at koppseta seg seinastu tíðina, og tað vísa tølini fyri mikudagin 25. august eisini. Heilsumyndugleikarnir hava annars í summar til tíðir gjørt ein størri innsats fyri at fáa fleiri at koppseta seg fyri koronu, so til ber at fáa floksórin tann vegin.

Næstan 34.000 fólk eru liðugt koppsett, so enn manglar heilt fitt í enn. Tølini vísa eisini, at tað verða lutfalsiliga færri og færri, ið bert hava fingið fyrru koppsetingina - hetta tí at fá "nýggj" verða koppsett.

Nýggjastu tølini á corona.fo vísa, at nú hava 36.521 fólk fingið fyrru koppsetingina. 33.929 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru harvið liðugt koppsett.

Tilsamans 70.450 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder