Innanlands

Bert 61 metrar eftir

52 metrar vórðu boraðir frá Gomlurætt í síðstu viku, og nú er ikki nógv eftir at bora av Sandoyartunlinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-24 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast av álvara, til hol kemur ígjøgnum. Bert 61 metrar eru nú eftir at bora av 10.785 metrar langa Sandoyartunlinum.

Upplýst verður, at 52 metrar vórðu boraðir í síðstu viku frá Gomlurætt. Boringin í Traðardali var liðug síðst í november, og síðani hevur bara verið borað á Gomlurætt.

Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni 2019, og boringin á Gomlurætt byrjaði 14. august 2019. Tilsamans 10.724 metrar eru nú boraðir av Sandoyartunlinum, sum eftir ætlan skal verða heilt liðugur komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder