2019-04-29 15:54
Í farnu viku vórðu sprongdir 71 metrar í alt. Arbeitt var bert við einari vakt, orsaka av páskafrítíðini. Nú eru sprongdir 10.779 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.
Móti Rókini er nú 58 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 390 metrar.
Í farnu viku vórðu 23 metrar sprongdir av Hvítansesi. Í alt eru nú sprongdir 5.070 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu sprongdir 21 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.000 metrar.
Og frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 27 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.095 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald