Tað gongur afturá við umdøminum hjá sitandi landsstýrisfólkunum, nú valskeiðið skjótt er hálvrunnið.
Spyr-kanningin, sum varð gjørd fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin í síðstu viku spurdi eisini hvat fólk halda um sitandi landsstýrisfólk.
Møguleiki er at geva landsstýrisfólkunum ummæli 1 (sera illa) til 5 (sera væl). Miðalummælið hjá landsstýrinum samlað liggur um 2,5, og tað er eitt vet verri enn á teimum báðum undanfarnu veljarakanningunum, har spurningurin eisini er settur.
Bert eitt av landsstýrisfólkunum verður mett at klára seg oman fyri miðal nú.
Tað er Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum, sum fær ummælið 3,06, eitt vet oman fyri miðal, og hann er eisini einasti landsstýrismaður, sum gongur fram í mun til undanfarnu kanning av sama slag.
Síggj øll tølini og kanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald