Innanlands

Bert ein loyvi at sita á knallertini

Løgreglan helt eyga við ferðsluni í Eysturoynni

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-03 08:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 19 í gjár var løgreglan har norðuri í Eysturoynni og helt eyga við ferðsluni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at fólk vóru fyrimyndarlig í ferðsluni, tó at tveir persónar fingu bót.

Talan var um eina knallert, har tvey fólk sótu á, og sum koyrdi ov skjótt. Løgreglan steðgaði knallertini, og førarin varð skuldsettur. Hin persónurin á knallertini varð eisini skuldsettur, tí at bert ein persónur hevur loyvi at sita á eini knallert.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder