2019-03-20 11:48
Bert helvtin av teimum, sum leiga út gjøgnum Airbnb, rinda skatt. Tað vísir nýggja kanning hjá TAKS.
Kanningin hevur hugt eftir hvussu nógv av teimum, sum leiga út gjøgnum Airbnb upplýsa TAKS um leiguinntøku. Og tað ger bert helvtin.
Kanningin vísir, at talið av leigumálum er tvífaldað á hvørjum ári síðani 2015, skrivar KVF. Við árslok 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb. 430 persónar og feløg eiga hesar bústaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald