Innanlands

Besta løgtingsvalið hjá Fólkaflokkinum síðani 1950

Hetta er fyrstu ferð í 76 ár, at flokkurin fær yvir 25 prosent av atkvøðunum á einum løgtingsvalið. Fólkaflokkurin fer til samráðingar við níggju mandatum

Fagnaðaur í fólkafloksleguni hósdagin eftir at man betraði um flotta úrslitið frá 2019 og tryggjaði sær besta løgtingsvalúrslitið í nýggjari tíð - umframt sjálvandi eina lyklastøðu til samgongusamráðingarnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fagnaðaur í fólkafloksleguni hósdagin eftir at man betraði um flotta úrslitið frá 2019 og tryggjaði sær besta løgtingsvalúrslitið í nýggjari tíð - umframt sjálvandi eina lyklastøðu til samgongusamráðingarnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-29 22:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Javnaðarflokkurin gekk hósdagin aftur við 7,7 prosentstigum í mun til løgtingsvalið í 2022. Framgondin hjá Fólkaflokkinum var hinvegin 7,8 prosentstig, og harvið býta flokkarnir um tal av tinglimum:

Tá farið verður undir samgongusamráðingar í morgin, hevur Fólkaflokkurin níggju mandat - tingfólk - við sær, meðan Javnaðarflokurin hevur seks.

Les eisini: Beinir stendur sum vinnari - pápabeiggin sum ein av taparunum

Sí eisini: Byrja klokkan 10 í morgin - Beinir Johannesen og hini hava til 10. apríl at skipa samgongu

Fólkaflokkurin gekk nógv fram í millum annað høvuðsstaðnum og nógva staðni kring landið hevur reist seg eftir trongu støðuna á vetri 2022.

[object Object]
Hesi eru í fyrstu syftu inni fyri Fólkaflokkin (Mynd: kvf.fo/valurslit)

Sí øll úrslitini her

Talið hjá lista A er ikki eins høgt, sum tað hevur verið í fleiri av veljarakanningunum seinasta stóra árið, tá tað inn ímillum hevur verið ekstremt.

Sum væntað javnaðu tølini seg nakað, men fólkið talaði: Fólkaflokkurin stóð sum stóri vinnarin á løgtingsvalinum 2026 við 26,7 prosent av atkvøðunum. 9.444 í tali. Hetta eru næstan 3.000 fleiri, enn flokkurin hevði seinast - og eitt uppaftur størri tal, enn Javnaðarflokkurin hevði í 2022: 9.089. 

Sí eisini: Beinir Johannesen: - Havi ikki torað at trúð uppá góðu veljarakanningarnar (Video)

[object Object]
Eitt herðaklapp frá Høgna Hoydal á søguliga góðum kvøldi hjá Fólkaflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang) 

So høgt prosenttal hevur Fólkaflokkurin á einum løgtingsvali ikki havt síðani 1950. Tá var flokkurin eisini greitt tann størsti við 32,3 prosentum. Hetta rakk tá til átta tinglimir - tingið fór í 1950 upp á 25 tinglimir.

Tá stillaðu Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi (tá Tjóðveldisflokkurin), Sjálvstýri (tá Sjálvstýrisflokkurin) eisini upp, umframt ein uttanflokkalisti.

Fólkaflokkurin hevði eitt uppaftur betri val beint eftir kríggið - í november 1945: 43,3 prosent av atkvøðum og 11 tinglimir. Hetta er søguliga gott prosenttal hjá flokkinum, sum stóð seg ógvuliga væl fyrstu árini - við serliga Jóannesi Patursson og Thorsteini Petersen á odda. Í 1943 fekk Fólkaflokkurin heili tólv tinglimir, men tá stillaðu bert fýra flokkar upp.

Undan hósdegnum var besta valið hjá Fólkaflokkinum í nýggjari tíð tað í 2019 - eisini eftir eitt samgonguskeið við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn. Fyri sjey og einum hálvum ári síðani fekk Listi A 24,5 prosent av atkvøðunum og átta tingfólk: Harvið ein betran á yvir tvey prosentstig.

Tá var ein blaðungur Beinir Johannesen fyrstvaldur á Fólkaflokkslistanum. Tað er núverandi formaðurin eisini, og eftir besta úrslitið hjá flokkinum í 76 ár, skal Fólkaflokkurin stjórna samgongusamráðingunum.

Sí eisini: - Natúrligt at tað verður undir leiðslu av Fólkaflokkinum og við mær sum løgmanni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder