Innanlands

Besta úrslit hjá Eikini nakrantíð

Eikin P/F hevði í fjør 4,5 milliónir krónur í avlopi

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-12-30 18:32 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Møblasølan Eikin var stovnað í 1998 av Birgit og Gunnar Breckmann og Tummas Jákup Høj.  

Í dag er virksemið hjá Eikini vaksi munandi og hevur umframt møblasøluna í ”Spinnaríðnum” á Argjum, eisini stóran handil og goymslu á Hjalla, har seingja- og gardindeild er, umframt at Eikin umboðar og selur teir vælkendu KVIK køkarnar.     

Eikin P/F kundi á síðsta aðalfundi framleggja besta roknskap í søgu felagsins.  

Roknskapurin fyri 2021 hjá Eikini P/F vísir, at bruttovinningurin øktist úr 10,8 mió.kr. í 2020 til 13,6 mió.kr. í 2021, sum var ein vøkstur á heili 25,8 prosent. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt ebidta, var 5,4 mió.kr., sammett við 3,3 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ebidta var tískil heili 2,5 mió.kr., ella 66 prosent. 

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 4,5 mió.kr. sammett við 2,6 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ársúrslitinum var heili 73 prosent. 

Fíggjarjavnin hjá Eikini er øktur úr 29,6 mió.kr. í 2020 til 33,5 mió.kr. í 2021.   

Støðisognirnar eru øktar úr 14,2 mió.kr. í 2020 til 16,1 mió.kr. í 2021, har tað serliga er materiel støðisogn sum er vaksin við 1,7 mió.kr

Ognir í umferð øktust úr 15,3 mió.kr. í 2020 til 17,5 mió.kr. í 2021.  

Eikin P/F er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 var 18,8 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 56 prosent, sum verður roknað at verða gott.   

Felagið hevur í 2021 útgoldið sína langfreistaðu skuld og tí onga langfreiðstaða skuld við árslok 2021.  

Stuttfreistaða skuldin øktist úr 13,3 mió.kr. í 2020 til 14,7 mió.kr. í 2021. 

Gjaldførið hjá Eikini var rímuliga gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 119 prosent í 2021. 

Samanumtikið var rakstrarúrslitið hjá Eikini í 2021 gott umframt at felagið bæði er fíggjarliga sterkt og hevur eitt rímuliga gott gjaldførið. 

Eikin P/F eigur dótturfeløgini 1. August 2007 Sp/f og Eikilund Sp/f, sum eru fastognarfeløg. 

Høvuðspartaeigarar av Eikini P/F eru Birgit og Gunnar Breckmann umframt Tummas Jákup Høj. 

Stjóri í Eikin P/F er Tummas Jákup Høj. Nevndarformaður er Birgit Breckmann.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder