Innanlands

Besta vørumerki í 2025 skal kjósast

27. februar verða Føroya bestu vørumerki kosin á øðrum sinni. Tiltakið verður við Tjarnir og nú eru 23 vørumerki tilnevnd í fýra bólkum

Hotel Føroyar er eitt av vørumerkjunum, sum eru tilnevnd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Hotel Føroyar er eitt av vørumerkjunum, sum eru tilnevnd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2026-01-09 10:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

27. februar verða Føroya bestu vørumerki kosin á øðrum sinni. Hetta fer fram á einum tiltaki við Tjarnir, har fyritøkur og arbeiðspláss verða heiðrað, sum hava vunnið sær eitt heilt serligt pláss í føroyska hugaheiminum. 

Fyri fyrstu ferð verður eisini Føroya besta starvsfólkabrand kosið. Her verður dentur lagdur á arbeiðspláss, sum hava eitt gott umdømi millum starvsfólk, góðan trivnað, og har fólk ynskja at sleppa at arbeiða. 

Umframt sjálva heiðranina verða eisini fyrilestrar og kjak á skránni, har sjóneykan verður sett á branding og starvsfólkabranding.

Frá 700 til 23 vørumerki
Dómsnevndin fyri FBV25, ið umboðar ein breiðan skara av fakfólki úr privata og almenna geiranum, hevur skotið upp vørumerki, sum síðani eru raðfest, viðgjørd og samanborin við uppskot frá føroyska almenninginum. Eisini eru kanningar gjørdar millum kundar og starvsfólk hjá tilnevndu vørumerkjunum. 

Hesa ferð hava tilsamans umleið 700 føroysk vørumerki verið í uppskoti. Hesi eru nú kókað niður til 23 tilnevnd vørumerki, sum kappast í fýra bólkum.

Tey tilnevndu eru hesi:

Starvsfólkabrand: Føroya Banki, Wenzel, Bakkafrost, Articon, Betri Trygging

Einstaklingamarknaður – 24 ella færri starvsfólk: Navia, OY, Faer Isles Distillery, Omaná, Kirvi

Einstaklingamarknaður – 25 ella fleiri starvsfólk: Atlantic Airways, Bónus, Smyril Line, Hotel Føroyar, Elding, SMS, Nema

Fyritøkumarknaður: GroAqua, Poul Hansen, Vónin, Formula, Framskák, Mest

Tað er brandr Føroyar, sum er partur av altjóða brandingfyritøkuni brandr Global, ið stendur fyri FBV25. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á og skapa kjak um stóra týdningin av at styrkja og virðisøkja sítt vørumerki - bæði mótvegis kundum og starvsfólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder