Mentan

Bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað

FMA verður í Varpinum klokkan 20 í kvøld

FMA verður í Norðurlandahúsinum í fjør. Í ár er Varpið í Klaksvík karmur um tiltakið (Mynd: Jens Kr. Vang)

FMA verður í Norðurlandahúsinum í fjør. Í ár er Varpið í Klaksvík karmur um tiltakið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-03-21 13:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku tónlistavirðislønirnar verða latnar í Varpinum í Klaksvík í kvøld tá FMA verður.

Tiltakið sum savnar føroyska tónleikin verður sent í Kringvarpi Føroya og byrjað verður klokkan 20.

FMA er eitt samstarv millum Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya. Vertir verða Rannvá Fossaberg og Jákup Dahl.

Tey tilnevndu eru:

Ársins útgáva
Brimheim - Ratking
Eivør - Enn
Lena Anderssen - State of the Land
Hamferð - Men Guðs Hond Er Sterk
Lea Kampmann – Seinferð

Ársins ser-útgáva
Tjant - Ógreiða
GØ – Ævir, amen
Flytifólk - Flytifólk
Sunleif L. Rasmussen - Regin Smiður
Jósef Zachariassen - Fugloy

Ársins sangur
Romeo - Beinir
Dugir tú at tosa føroyskt - Lena Anderssen
Hugsi bert um teg - Eivør
Tosa við meg - Ókendir
Setandi sól - Heidrik, Guðrið Hansdóttir

Ársins tónaskald (skapa)
Helena Heinesen Rebensdorff
Eivør Pálsdóttir
Sunleif Rasmussen
Lena Anderssen
Pauli Í Sandagerði

Ársins spíri
gówa
Ókendir
hettarher
Jólasoul
Simona Paula

Ársins tónleikari (framføra)
Harald Fonsdal Johannesen
Ari Johannesen
Jón Festirstein
Rógvi á Rógvi
Kristian Pauli Ellefsen

Ársins tekstur
Mánadrongur - Trygvi Danielsen
Nú ert tú moldin - Lea Kampmann og Teitur Lassen
Lívsandin - Marjun Syderbø Kjelnæs
Tekin uppá lív - Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge)
Nætur níggju - Hamradun (Pól Arni Holm)

Ársins Myndlistarligi Samleiki
Aggrasoppar
Joe & The Shitboys
Hamferð
Silvurdrongur
Eivør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder