Í sambandi við hækkan av partapeninginum í P/F Suðuroyar Sparikassa í 2012, sum hevði til endamáls at brynja P/F Suðuroyar Sparikassa til framtíðarkrøv, tók Suðuroyargrunnurin upp lán frá lánveitara. Hetta lán kundi sambært avtalu afturgjaldast við partabrøvum í P/F Suðuroyar Sparikassa. Hetta hevur ført til, at partabrøvini eru avhendað til P/F Betri Banka, sum nú eigur 25% av Suðuroyar Sparikassa.
“P/F Suðuroyar Sparikassi hevur ein tryggan marknaðarpart í Suðuroy við sera góðum privatkundum, so vit vóru ikki í iva um at taka av. Vit eru eitt serføroyskt samtak, ið bara virkar á føroyska marknaðinum, so hetta var ein upplagdur møguleiki hjá okkum at gera eina íløgu í Føroyum.” sigur Jean Djurhuus, forstjóri í P/F Betri Banka.
Bæði Jean Djurhuus og Søren L. Bruhn, stjóri í P/F Suðuroyar Sparikassa, síggja hetta sum ein møguleika at menna eitt samstarv til gagns fyri kundarnar. Enn eru møguleikarnir ikki viðgjørdir, men Søren L. Bruhn leggur aftrat, at kundar í Suðuroyar Sparikassa kunnu fáa ágóða av einum tættari samstarvi við P/F Betri Banka, eins og við aðrar spælarar í føroyska fíggjargeiranum.
Søren L. Bruhn vísir á, at hóast P/F Betri Banki nú verður partaeigari í P/F Suðuroyar Sparikassa, fær hetta ikki ávirkan á, hvussu P/F Suðuroyar Sparikassi verður rikin og skipaður. Sølan ávirkar ikki ræðisrættin hjá Suðuroyargrunninum, sum við sínum 66 % ognarskapi hevur fult ræði á P/F Suðuroyar Sparikassa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald