2025-06-06 10:23

Í gjár lækkaði evropeiski miðbankin innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum. Tað sama gjørdi danski tjóðbankin, og í dag boðar Betri Banki frá, at hann fylgir danska tjóðbankanum og lækkar renturnar.
Fyri privat- og vinnukundar hjá Betri Banka lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 1. juli, skrivar bankin í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald