2024-09-12 18:42
Danski Tjóðbankin hevur í dag lækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.
Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20 prosentstigum.
Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 10. oktober 2024.
Til ber at kunna seg um renturnar á betri.fo/rentur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald