Innanlands

Betri hjálp á 1870 til fólk við sálarligum trupulleikum

Harvið verður sálarlig sjúkur síðustillaðar við likamligu í Læknavaktini

(Mynd: hmr.fo)

(Mynd: hmr.fo)

2023-02-16 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Læknavaktin skal styrkjast soleiðis, at hon fær betri møguleika at taka sær av teimum, ið ringja til 1870 og hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar.

Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.

- Eg eri sera fegin um, at læknavaktin verður styrkt við starvsfólki, soleiðis, at betri møguleikar vera at taka sær av teimum, sum hava bráðfeingis tørv á hjálp til sálarligar trupulleikar. Hetta er eisini eitt stig á leiðini at røkka málinum, um at javnstilla kropsligar og sálarligar sjúkur í okkara heilsuverki, sigur landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá í hesum sambandi.

Talan er um eina av uppraðfestingunum, sum nýggja landsstýrið hevur í fíggjarlógini, ið varð løgd fram fyrr í vikuni, og sum verður viðgjørd á løgtingi í dag.

Endamálið við hækkaðu játtanini er at geva psykiatriska deplinum betri møguleikar at taka sær av fólkum, sum hava tørv á sálarligari hjálp her og nú.

Læknavaktin uppstigast

Tormóður Stórá, psykiatriskur yvirlækni, greiðir frá, at tað leingi hevur verið upp á tal at javnstilla sálarligar sjúkur við likamligar sjúkur, tá fólk við bráðtørvi ringja til læknavaktina 1870.

Men ístaðin fyri at seta á stovn eina nýggja telefonlinju, sum í besta føri bert kann vera tøk nakrar ávísar tímar um vikuna, er ætlanin at uppstiga læknavaktina, so hon eisini er før fyri at taka ímóti fólkum við sálarligum trupulleikum.

Hetta verður gjørt við at seta fleiri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar í starv á psykiatrisku deild, sum kunnu vera tøkir hjá læknavaktini, tá tørvur er á tí.

- Vit skulu seta nakrar nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa eina upplæring í at geva telefonráðgeving og taka sær av fólkum við psykiatriskum bráðtørvi. Hetta verður gjørt í samstarvi við danska Psykiatrifonden, sum hevur eina psyaktriska telefonlinju í Danmark, greiðir Tormóður Stórá frá.

[object Object]Tormóður Stórá, yvirlækni

Hjálpin skal altíð vera tøk

Tá psykiatriski depilin flytir inn í nýggja sjúkrahúsbygningin, verður fjarstøðan til læknavaktina ikki so stór, og ætlanin er tí ikki, at sjúkrarøktarfrøðingurin við psykiatriskari servitan skal vera tøkur við vakttelefonina, men kann tilkallast.

Er neyðugt at taka víðari stig, viðvíkjandi viðgerð ella innlegging, so verður tað so gjørt í samráð við tann kommunulæknan, sum er á vaktini.

Harvið heldur núverandi skipan fram við tað, at fólk altíð fyrst skulu fara til egnan lækna. Um kvøldið og um náttina verður tað so læknavaktin 1870, sum ringjast skal til.

Tormóður Stórá veit í dag ikki, nær skipanin við psykiatriskari bráðhjálp kann setast í gongd. Fyrst skal fíggjarlógin samtykkjast og sjúkrarøktarfrøðingar setast. At læra fólkini upp, skuldi ikki tikið so langa tíð, heldur leiðandi psykiatriski yvirlæknin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder