2024-08-15 09:19
Betri Stuðul hevur játtað 3,3 milliónir krónur til tólv ymiskar kanningar- og granskingarverkætlanir.
Endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika gjøgnum stuðul til samfelagsgagnligt virksemi.
Betri Stuðul hevur lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum, og á henda hátt verða við til at styrkja okkum sum samfelag.
Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum og í ár, varð stuðul latin til hesar granskarar:
- Esther Djurhuus, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Kenslulig møði hjá umsorganarstarvsfólki
- Vár Honnudóttur, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Sosialur ójavni í heilsu, trivnaði og sjúku í Føroyum
- Jana Mortensen, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, Parkinsonsjúka og lívsgóðska
- Helgi Winther Olsen, Phd lesandi, og Bára Berghamar Danielsen, Phd lesandi, Fróðskaparsetrið, rørsluátakið Ver Virkin
- Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið, kanning av aldueginleikum
- Sissal M. Rasmussen, Fróðskaparsetrið, kanning av føroyska málinum
- Tórur Sjúrðarson, Fróðskaparsetrið, kanning um kolestorol og venjing
- Tróndur M. Sandoy, Fróðskaparsetrið, kanning um hvat vit kunnu læra av EXIT Føroyar
- August G. Wang, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, ultraljóð til intravenøsa atgongd til krabbasjúklingar
- Elma á Geilini Ortind, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, kostkanning
- Turið Poulsen, Veðurstova Føroya, vindatlas
- Karin Margretha Húsgarð Larsen, Havstovan, rák í Bankarennuni
18 umsóknir vóru, og samanlagt varð søkt um góðar 7 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald