Innanlands

Betri Pensjón hevði metnógv útgjøld frá lívstryggingum

Hetta kemst av, at deyðstíttleikin var óvanliga høgur í fjør. Helgi L. Petersen sigur, at tjúgju milliónir er meira enn tvífalt so nógv, sum rindað hevur verið í miðal frammanundan

Ársúrslitið hjá eftirlønar- og lívstryggingarfelagnum eftir skatt var eitt undirskot á 10,2 milliónir

Ársúrslitið hjá eftirlønar- og lívstryggingarfelagnum eftir skatt var eitt undirskot á 10,2 milliónir

2023-04-13 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útgjaldið fyri lívstryggingar hjá Betri Pensjón hevur ongantíð verið nær námind so høgt, sum tað var í fjør. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.

– Tað er gott, at vit kunnu hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk missa. Tað er jú ein av orsøkunum til, at vit eru her. Men deyðstíttleikin var so óvanliga høgur í fjør, at tað er undranarsamt.

Hetta staðfestir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón. Hann stúrsar við høga útgjaldið, og greiðir frá hvat hevur gjørt seg galdandi.

- Í fjør rindaðu vit meiri enn tvífalt so nógv, sum vit hava rindað í miðal um árið, síðani Betri Pensjón varð stovnað. Og vit rindaðu meiri enn tvífalt so nógv, sum í fyrraárið. Tað sigur mær, at óvanliga nógv fólk fóru foldum frá á ungum árum í fjør. So nógv, at tað er undranarvert, vísir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, á.

Seinastu árini hevur útgjaldið fyri lívstryggingar í miðal verið 8-10 milliónir. Tað hevur ligið nøkulunda javnt ár um ár. Men í fjør var útgjaldið góðar 20 milliónir kr. 

- Lat meg sláa púra fast, at endamál okkara júst er at hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk koma út fyri tí ringasta. Tað er tí, tey tekna sær lívstrygging. Men vit mugu undrast á tað ómetaliga høga talið av fólki undir pensjónsaldur, sum í fjør fóru um sýn. Spurningurin er, um hetta var eitt einstakt óvanligt ár, ella um hetta er eitt tekin um eina nýggja gongd, sigur Helgi L. Petersen í tíðindaskrivinum.


Ársúrslitið var eitt hall á tíggju milliónir

Tó at Betri Pensjón veitir tryggingar fyri sjúku, óarbeiðsføri og deyða, so er høvuðsvirksemið kortini at umsita pensjónir. Eisini á hesum økinum var árið serligt. 

- Allur íløgumarknaðurin er sera ávirkaður av høgari inflatión, rentuhækkingum og kríggi. Tað eru vit og úrslit okkara eisini. Kortini hava vit staðið okkum væl í 2022 samanborið við onnur líknandi feløg, sigur Helgi L. Petersen.

Jaligari tøl hava tó verið at sæð higartil, og ein vøkstur er ávegis sigur stjórin:

- Tíbetur síggja fyrstu tølini í 2023 betri út. Vit hava sæð, at tølini eru vend frá at vera negativ til at vera positiv, og harvið hava vit tilskrivað kundunum positiv avkast á knøpp 2% í miðal fyrsta ársfjórðing í 2023. 

Ársúrslitið hjá eftirlønar- og lívstryggingarfelagnum eftir skatt var eitt undirskot á 10,2 milliónir. 
Tryggingar- og pensjónsgjøldini vóru 192 milliónir. Eginognin hjá Betri Pensjón er 71,1 milliónir.

Hini tølini sum víst verða á: 

Avkast hjá kundum í miðal: -9,6%

Íløguogn hjá kundum við árslok: 1.695 milliónir

Solvensdekningur: 258%

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder