Góðu úrslitini hjá feløgunum í Betri samtakinum førdu við sær, at móðurfelagið, Pf. Betri, hevði eitt gott úrslit í 2018. Ársúrslitið fyri 2018 gjørdist 124,5 milliónir krónur, ið leggjast afturat eginpeninginum hjá Pf. Betri, sum harvið kemur upp á 3.070 milliónir.
Hóast Pf. Betri við eginognini á omanfyri tríggjar milliardir krónur skuldi verið væl bjálvað, sær samtakið avbjóðingar í nýggju kapitalkrøvunum, sum ætlandi verða áløgd SIFI-peningastovnum komandi árini. Ætlaðu krøvini eru rættilig hørð í mun til líknandi peningastovnar uttanlands og kunnu avmarka møguleikarnar at veita lán til føroyskt vinnulív. Harumframt eru eyka krøvini til føroyskar SIFI-peningastovnar kappingaravlagandi í mun til útlendskar peningastovnar, sum hava áhuga í at sleppa inn á føroyska marknaðin. Betri vónar tí, at myndugleikarnir umráða støðuna viðvíkjandi krøvunum til SIFI-peningastovnar av nýggjum, nú tey nýggju sokallaðu NEP-krøvini eisini eru partur av samlaðu kapitalkrøvunum.
Feløgini í samtakinum gjørdu í 2018 størstu kundakanning í Føroyum nakrantíð. Fleiri enn 5.000 kundar vórðu spurdir um nøgdsemið við tænasturnar í feløgunum, og hvussu feløgini best møguligt gongur teirra tørvi á møti. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, sum feløgini fara at arbeiða víðari við í 2019. Kundarnir eiga Betri, og tí verður stórur dentur lagdur á at menna tænastuna til kundan í samtakinum.
Umframt aðalmálið at vera fremsti og tryggasti heildarveitari innan trygging, fígging, pensjón og húsamekling í Føroyum, er tað eisini ábyrgdin hjá stórum feløgum at taka lut í føroyska samfelagnum og stuðla samfelagsgagnligum virksemi. Tí samtykti Betri ein CSR-politikk í 2018, og sæst úrslitið av politikkinum millum annað aftur í tí stuðli, sum varð latin vælgerandi endamálum gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin. Stuðul var millum annað latin til Barnaheimið, Kvinnuhúsið, Kris og bjargingarfeløgini.
Árið í stuttum
• Ársúrslitið: 124,5 mió. kr.
• Úrslitið áðrenn skatt: 147,3 mió. kr.
• Eginognin: 3.070 mia. kr.
• Fíggjarstøðan javnvigar við 12.447 mió. kr.
• Solvensurin við árslok: 40,2%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald