Innanlands

Betri umstøður á farstøðini á flogvøllinum

Gamli terminalurin er tikin í brúk aftur fyri at gera pláss fyri bilútleiganini

2019-07-02 12:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum ein liður í framhaldandi at gera betringar á Vága floghavn, so er bilútleiganin nú flutt í gomlu farstøðina og eisini er víðkað um kunningardiskin, við m.a. størri vøruútvali.

Kunningardiskurin er vorðin væl størri, og eru tey byrjað at selja føroyskar sniðgivnar vørur. Fyribils er tað nú møguligt at keypa vørur frá m.a. Joel Cole, Fosaa og Guðrun&Guðrun. Føroya Tele, sum seinastu árini hevur havt handil í kunningardiskinum, hevur nú fingið egnan kliva, og harvið fáa tey samstundis betrað um møguleikan at ímynda handilin sjálvi við m.a. størri vøruúrvali og tænastum.

- Vit fegnast um, at tey í kunningardiskinum nú eru farin at selja føroyskar desingara vørur. Hetta ger tað meira áhugavert at vitja í farstøðini, bæði fyri útlendingar og føroyingar, sigur Gudny Langgaard, flogvallastjóri.

Sum ein avleiðing av vaksandi økingini í ferðafólkatalinum, er bilaútleiguvirksemið sera nógv vaksið, og tað er ein av orsøkunum til, at bilaleiguvirksemið flytur úr nýggju farstøðini yvir í ta gomlu.

- Til tíðir hava langar bíðirøðir staðist, og harvið elvt til, at tað er bleiv nakað trongligt við gólvplássi í farstøðini. At bilaútleiganin er flutt, gevur sostatt bæði starvsfólkunum í bilatútleiganini betri arbeiðsumstøður til at veita viðskiftafólkunum eina góða tænastu, og harvið fáa viðskiftafólkini betri pláss, og føla seg ikki at standa í vegin inni í eini trongari farstøð, sigur Gudny Langgaard.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder