Tá Grammy-virðislønirnar vórðu handaðar í nátt fyri 63. ferð í Los Angeles, var tað sangkvinnan Beyoncé og níggju ára gamla dóttr hennara, Blue Ivy Carter, sum fóru av stað við virðislønini fyri "Besta sjónbandalag".
Tær vunnu við sjónbandalagnum "Brown Skin Girl", sum sæst omanfyri.
Tað er Beyoncé sjálv sum hevur leikstjórnað saman við leikstjóranum Jenn Nkiru. Blue Ivy Carter er millum fleiri navnframar littar kvinnur og gentur, sum síggjast í sjónbandinum.
Onnur, sum síggjast eru sjónleikarin, Lupita Nyong'o, modellin Naomi Campbell, sangkvinnan Kelly Rowland, mamma Beyoncé, Tina Knowles-Lawson og yngsta dótturin hjá Beyoncé, Rumi Carter.
Lagið, sum er eitt mix av R&B og afrobeat, varð upprunaliga givið út sum soundtrack til filmin "The Lion King: The Gift" í 2019. Seinni var lagið eisini við í filminum hjá Beyoncé, "Black Is King" frá 2020, skrivar Ritzau.
Beyoncé var tann, sum varð tilnevnt flest virðislønir í nátt – níggju. Í hølunum á henni vóru Taylor Swift, Dua Lipa og rapparin Roddy Ricch, sum øll høvdu fingið seks tilnevningar í part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald