Mentan

Beyoncé setti nýtt met í nátt

Við 28 Grammy virðislønum er hon nú tann kvinnan, sum hevur vunnið flest Grammy virðislønir nakrantíð

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-03-15 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt setti heimskenda sangkvinnan Beyoncé met, tá Grammy-virðislønirnar vórðu handaðar í amerikanska býnum Los Angeles.

Hon er nú tann kvinnan, sum hevur vunnið flest Grammy-virðislønir nakrantíð. Tað gjørdist greitt, tá hon vann virðislønina fyri "Ársins R&B framførslu" fyri "Black Parade", sum var 28. Grammy-virðisløn hennara.

Sostatt hevur hon sligið metið hjá countrystjørnuni Alison Krauss, sum hevur vunnið 27, skrivar Ritzau.

Tann persónurin, sum hevur vunnið flestar Grammy-virðislønir er ungarski dirigenturin, Georg Solti, sáli. Hann hevur fingið 31 virðislønir.

Nevnast kann, at souldrotningin Aretha Franklin, sála hevur vunnið 18 Grammy-virðislønir, og at framleiðarin Quincy Jones, eins og Beyoncé hevur vunnið 28.

Beyoncé varð við níggju tilnevningum mest tilnevndi persónurin í nátt. Umframt at vinna fyri "Ársins R&B framførslu" vann hon eisini fyri "Besta sjónbandalag" saman við dóttur sínari, Blue Ivy Carter.

Les eisini: Beyonce og dótturin vunnið Grammy fyri "Besta sjónbandalag"

Millum hini, sum vunnu eina Grammy í nátt vóru m.o. Taylor Swift, sum vann eina virðisløn fyri "Ársins útgávu" fyri útgávu hennara "Folklore", Harry Styles vann fyri "Besta soloframførslu" fyri "Watermelon Sugar", og John Legend vann virðislønina fyri "Besta R&B útgávu" fyri útgávuna "Bigger Love".

Íslendski komponisturin Hildur Guðnadóttir vann eisini eina virðisløn fyri "Besta filmsoundtrack" fyri tónleik hennara til filmin "Joker".

Listin yvir øll tey, sum vunnu eina Grammy í nátt, sæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder