Mentan

Bíbliubeltið fyri hóttafalli

Tað er Mentanarvika í Runavík, men hvat er yvirhøvur mentanin í økinum, verður spurt í Billbugt Live á Hotel Runavík í kvøld

(Mynd: Frihedsbrevet.fo)

(Mynd: Frihedsbrevet.fo)

2025-04-25 13:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum mong er økið kring Skálafjørðin kent sum tað føroyska Bíbliubeltið. Men hví verður tað í grundini kallað Bíbliubeltið, hvussu nógv hevur tað við veruleikan at gera, og er tað gott ella ringt? Runavíkin er í dag tættari at høvuðsstaðnum enn nakrantíð, men stóri spurningurin er, hvør skal samleikin hjá “Runavík 2.0” vera? Skal Runavíkin gerast ein forstaður til Havnina, vera ein partur av teimum ídnaðargjørdu “Framleiðslu-Føroyum” ella okkurt heilt annað?

Hesar spurningar fara teir báðir Bill Justinussen og Jan Lamhauge at seta - og svara - saman við lokalu journalistunum Hilmar Jan Hansen og Una Leitisstein Hansen á tiltakinum Billbugt Live, sum er ein beinleiðis útgáva av poddvarpinum Billbugt, sum teir báðir fyrstnevndu gera fyri Frihedsbrevet.

Tað snýr seg um lokalar søgur og stórar virðisspurningar. Tað er í kvøld klokkan 21 á Hotel Runavík og tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder