Bíbliuskúlin Keldan (BSK) fer nú undir ein nýggjan kapittul í søgu skúlans. Síðan skúlin varð stovnaður í 2021, hava skeið verið hildin um kvøldið og leygardagar, men skúlin verður nú umskipaður til ein dagskúli í níggju mánaðir.
Hesi seinastu fimm árini hava 275 ymiskir luttakarar tikið eitt ella fleiri skeið á BSK. 27 skeið eru hildin, og 17 undirvísarar hava undirvíst. Luttakarar hava verið úr 29 samkomum og kirkjum, og 28 bygdir og býir hava verið umboðað.
Leygardagin endaði seinasta skeiðið eftir gamla leistinum, ið var skeið nr. 27. Tað var tí ein søgulig løta í Kelduni, har ein kapittul endaði og sjálvboðin starvsfólk hjá BSK vórðu heiðrað fyri trúfesti og dygdargott arbeiði, skrivar Keldan í tíðindaskrivi.
– Vit eru sera takksom fyri tað, sum Gud hevur gjørt ígjøgnum BSK hesi árini, og vit gleða okkum til at taka næsta stigið. Við dagskúlanum ynskja vit at geva næmingum enn betri møguleika at vaksa í trúnni, at leggja eina góða grund og mennast í tænastu í samkomum og í samfelagnum, sigur Búgvi V. Olsen, skúlaleiðari um broytingina hjá BSK.
Dagskúlin byrjar 1. september í ár og endar 28. mai í 2027. Undirvísingin verður fyrrapartar gerandisdagar. Sostatt ber til at ganga á BSK fyrrapartar og arbeiða seinnapartar.
– Á leið 30 ymisk skeið eru á skrá í skúlaárinum. Eittnú Guds persónleiki, Bíblian, Gamla og Nýggja testamenti, leiðsla, vekingarsøga, bøn, kristin heimsáskoðan. Flestu skeiðini eru 14 undirvísingartímar.
– Málbólkurin eru øll trúgvandi í Føroyum, sum ynskja at vaksa andaliga og tæna í Guds ríki, í samkomum, kirkjum og úti í samfelagnum.
– Ein týðandi partur av skúlaárinum er missiónsferð til býir í Evropa, har næmingar fara út at tæna og boða gleðiboðskapin. Eisini verður túrur til Ísrael partur av skúlanum, skrivar Keldan.
Tað er samkoman Keldan, sum hevur stovnað skúlan og hevur ábyrgdina av honum.
Freistin at senda umsókn til komandi skúlaskeið er 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald