Innanlands

Bíða enn í løgtinginum

Tingfundurin varð aftur niðurlagdur klokkan 18. Løgtingsformaðurin hevur enn vón um at álit kemur úr vinnunevndini í kvøld

Jacob Vestergaard í bíðistøðu, nú vinnunevndin viðger lógina um sjófeingi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jacob Vestergaard í bíðistøðu, nú vinnunevndin viðger lógina um sjófeingi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-17 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri triðju ferð í dag setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, tingfundin í dag fyri síðani at niðurleggja hann beinanvegin. Hetta hendi klokkan 18, og orsøkin er, at bíðað verður eftir áliti frá vinnunevndini um málið um sjófeingi.

Jógvan á Lakjuni segði við útvarpið klokkan 18, at hann fer at geva vinnunevndini skoðbráð til klokkan 20 ella 21 í kvøld at koma við áliti. Um álit ikki er komið tá, má støða takast til hvat síðani skal henda.

Um málið kemur úr nevndini í kvøld, kann onnur viðgerð av sjófeingi verða hósdagin og triðja viðgerð leygardagin. Hetta um løgtingið ikki fer at víkja frá tíðarfreistum fyri at sleppa til hús í jólafrí fríggjadagin.

Greitt er, at eitt álit kemur frá andstøðumeirilutanum og eitt frá samgonguminnilutanum í vinnunevndini.

Ein broyting verður, at eingin endalig uppboðssøla við langtíðarloyvum verður. Tey tonsini, 7000 tons av makreli, 10.000 tons av norðhavssild og 40.000 av svartkjafti verða koyrd í eina pulja saman við tí sum í dag eru menningarkvotur, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við útvarpið í kvøld.

Tann puljan skal brúkast til nýmenning, og tað verður landsstýrismaðurin sum í kunngerð býtur út, segði Jacob Vestergaard.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder