
Nú klokkan 13 skal tingfundurin eftir ætlan byrja. Talan er um tingfundin, sum skal enda við eini avgerð um uppskotið um nýggjan Suðuroyartunnil,
Men fyrst skulu nøkur tilknýtt mál viðgerast, og tað snýr seg um bæði fígging úr íløgugrunninum og um áseting av pensjónsaldri.
Okkurt er, sum týðir upp á, at uppskotið um pensjónsaldurin verður útsett.
Hendir tað, so er stóri spurningurin um samgonguni er lív lagað. Tí júst ein hækking av pensjónsaldrinum hevur verið eitt hjartamál hjá samgonguflokkinum Framsókn. Tí fyri tey er hetta eitt stig til at betra um búskaparliga haldførið, sum er treyt fyri, at Framsókn skal atkvøða fyri Suðuroyartunnlinum.
Um eina løtu fáa vit so at vita, um farið verður undir viðgerðirnar, sum unnu roknast við at gerast drúgvar, ella um løgtingsforkvinnan útsetir málið enn einaferð.
Jens Kr. Vang tók myndirnar í og uttan fyri løgtingið fyrrapartin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald